Góðu áhoyrarar!
So er altjóða kvinnudagurin 2026 komin at enda. Nógv er sagt, og vónandi eru tankar sprotnir burturúr, tí tað man verða endamálið: At vit steðga á og reflektera yvir, hvat tað vil siga at verða kvinna í 2026.
At verða kvinna í Føroyum er eitt. At verða kvinna úti í heimi er í nógvum førum nakað heilt annað. Ein kann skjótt missa mótið, tá man hyggur út og sær teir stóru trupulleikarnar, sum eru í heiminum stórpolitiskt og náttúrumesssiga. Tí hvat kann eg gera við tað? Í flestu førum ikki tað stóra. Men tað merkir ikki, at eg ikki havi ávirkan. Tað merkir heldur ikki, at eg sleppi undan ábyrgd, tí okkurt kann og má gerast í tí smáa.
Tað er tað, sum eg ætli at senda tykkum heim við. Tí grunda vit ikki yvir, hvørjar møguleikar vit hava, fer 8. mars framvið og ger ongan mun.
Tað eru fleiri fellur, vit kunnu detta í 8. mars, og tað gera vit sum regul eisini, samstundis sum vit eisini fáa sett fleiri relevantar spurningar um maktforholdið millum kynini, skrivaðar og óskrivaðar reglur okkara millum um, hvussu vit fata kyn.
Fyrsta fellan er, tá eg um morgunin leggi eina mynd út av fittum konum í familjuni og gloymi at reflektera yvir, hvussu tær hava havt tað og hvat er hent síðani. Gaman í eru tær eitt ríkidømi av eini aðrari verð, men tað eru menninir eisini. Kvinnudagurin er ikki ein spurningur um at framheva kvennkynið ein dag um árið sum betri enn kallkynið. Kvinnur og menn hava sama virði og eiga tí í at hava somu kor, og inntil tað málið er rokkið er neyðugt at markera 8. mars, ikki bara sum ein hugnaligan kvinnudag, men som ein stríðsdag fyri javnrættandi.
Fella nummar tvey: Tað er synd í okkum. Neyvan er tað fruktagott hjá nøkrum at gerast offur, heldur skulu vit standa saman og insistera uppá rættvís livikor til øll. Tann dagin menn halda 8. mars sum ein stríðsdag fyri javnrættindi, so eru føroyingar;kvinnur og menn, komin á mál.
Ein maður, sum ger tað, er Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum í ólavssøkurøðu síni á Háskúlanum í 2022 speiskur segði:
“Føroyar eru ikki nakað paradís fyri onnur enn menn við stuttleikabátum, stuttleikabilum, stuttleikaferðum, stuttleikafestivalum. Menn við stuttleikafótbóltsvøllum, stuttleikastórhøll, stuttleikalanghylum, stuttleikagolf; menn við stuttleikaseyðahaldi, stuttleikaveltum, stuttleikagrinda- og springaradrápi, stuttleikatøkni, stuttleikateldu- og pengaspølum, suttleikaspekulatión.” Jú, tað er stuttligt og gott av verður maður í Føroyum. Og hann heldur fram:
“Hevði verðin sæð betur út, um kvinnurnar høvdu havt minst líka stórt vald sum menninir? Ja, vit kunnu fyri fyrst hyggja at, hvussu verðin sær út í dag. Vit standa á gáttini til bæði heims- og atomkríggj, og ein verðurlagsbroyting av dimensjónum, sum vit higartil ikki hava kunnað ímyndað okkum, gerst fyri hvønn dag meira og meira ræðandi sjónlig. Eg eri sannførdur um, at høvdu kvinnurnar havt nakað at skula sagt, høvdu vit ongantíð verið endað her, sum vit eru endað. Tí tey flestu av omanfyri nevndu málum høvdu langt síðan verið loyst.”
Hevur hann rætt? Tað vita vit so ikki, men sjónarmiðið er áhugavert av tí, at tað kemur frá einum manni. Tað er avgerandi, at vit geva okkara íkast til samfelagið, og tað fáa vit møguleika til, nú vit ikki minni enn tvær ferðir fara á val seinni í mánaðinum. Tað ger mun at fara á val. Sum eitt dømi um tað, kann eg nevna, at í Suðurjyllandi, har eg sjálv vaks upp, vóru nógvir menn dripnir í fyrra veraldarbardaga. Tá var Suðurjylland, ella Norðurschleswig, sum tað æt, týkst. Allir menn vórðu innkallaðir til hertænastu á týsku síðuni líka frá 16 til 60-ára aldur. Umráðið lá í skeljasori. Ungar og eldri einkjur sótu eftir, og tær fingu avgerandi týdning fyri at bera samfelag, mál og mentan víðari. Danskar kvinnur fingu atkvøðurætt í 1915. í Tysklandi, sum Suðurjylland var tá, fingu kvinnurnar atkvøðurætt eftir krígslok í 1918. Eftirsum umráðið mestsum bara var kvinnuøki, verður tað vanliga sagt, at tað vóru kvinnurnar, sum stemmaðu Suðurjylland heim, tá tað í 1920 kom til fólkaatkvøðu um, um Norðurrschleswig skuldi verða týkst ella danskt. Eitt samfelag klárar seg einans í krepputíðum, um menn og kvinnur standa lið um lið.
Omma mín æt Ruth. Hon vaks upp í Felsted, nær við núverandi grensuna. Mamman var donsk, pápin týskur. Ruth forelskaði seg sum ung í einum týskum soldáti, men tað var ov vandamikið, helt pápi hennara, tí tað var síðst í 30’unum, og heimurin var ósikkur. Hann fekk postmannin at krógva øll kærleiksbrøvini, so hon helt seg verða gloymda, og so flutti familjan til Vesturjyllands, har hon ein dagin fór á møti í missiónshúsinum við vón um at finna sær ein mann. Ein fittur sjeikur, Claudi, trein inn í salin. Hann gjørdist abbi mín. Søgan um Ruth er søgan um eina kvinnulagnu, sum m.a. var stýrd av heimspolitisku støðuni.
Abbi mín, Claudi, var aktivur missiónsmaður og setti nógv gott í verk, millum annað bygdi hann og aðrir eitt summarleguhús til børn og ung. Forfedrar mínir blivu missiónsfólk, tá vekingarrørslan kom í 1800talinum og tað var gott, tí tíðirnar vóru ringar og fleiri drukku illa og spældu sær av við hús og heim. Tey, sum blivu vakt, løgdu av at drekka og megnaðu betur at fóta sær aftur. Eitt lítið “aberdabei” í missiónini, sum kom, var, at patriarkalski samfelagssstruktururin í bíbliuni gjørdust ein fyrimynd, og tí var maðurin hægri í tign enn kvinnan, sum tí ikki kundi verða prestur. Tað var mannfólkaarbeiði, helt abbi mín, sum doyði í 1983. Hann var av fittastu monnum, so hansara holningur kom hvørki av, at hann var strangur ella sá niður á kvinnur. Hann var bara partur av einum felagsskapi, har tað var konsensus um, hvussu bíblian skuldi fatast, og tíðin var enn ikki komin til at seta spurnartekin við, um tað var skilagott og rætt.
Tíðin gongur. Fyri nøkrum árum síðani, spurdi ein av synum mínum meg: Mor, kan mænd godt være præster? Tíðin gongur og mangt broytist, tá vit støðugt reflektera yvir, hvat vit gera.
Abbi mín varð eitt produkt av sínari tíð eins og sonur mín er eitt produkt av sínari tíð, tí seta teir ymiskar spurningar og svara ymiskt. Eg haldi, tað er neyðugt at síggja við mildum eygum á okkara forfedrar, tí vit eru øll rundað av tí, sum vit vaksa upp í. Abbi mín livdi í einari tíð og einum umhvørvi, har tað var ein sjálvfylgja, at prestar vóru menn. Sonur mín kennir fleiri mannligar prestar, men teir eru ikki í prestakjóla, tá teir eru inni hjá okkum, so í hansara verð er ein prestur ein mamma.
Kanska er tað eisini tí hann hevði hugt eftir myndini, sum Frits Johannesen hevur málað, har eg standi í prestakjóla við stórum búki og einum smábarni á arminum. Prestakjólin hevur altíð verið eitt sera praktiskt klædnaplagg til búkutar prestar.
Men samstundis sum vit øll eru produkt av okkara tíð, eru vit eisini við til at produsera tíðina. Vit hava bæði ávirkan og ábyrgd.
Hvussu sær okkara tíð so út?
Heimspolitikkurin er avbjóðandi, tað vita vit. Kríggj er í Evropa, USA er ikki hvat tað var, og tað er ein generellur ótryggleiki til staðar. Vit hava ikki hava upplivað nakað líknandi í 80 ár - síðan annar veraldarbardagi endaði. Tað er, sum kann man ikki líta á nakað longur. Øll vilja hava patent uppá, hvat rætta narrativið er, fake news erugerandiskostur og fleiri morgnar í hesum árinum hava nógv við mær her í kongaríkinum stúrt fyri at tendra útvarpið.
Hvat er tað, sum er hent? Spyrja vit týska sosiologin Andreas Reckwitz, sum er føddur í 1970, so sigur hann frá, at vit í dag eru farin eitt stig víðari frá individualismuni til tað singulera samfelagið. Singularisma merkir, at vit, sum liva ídag, stremba eftir meira enn at verða fræls at liva sum okkum lystir. Mítt ættarlið er uppvaksið við individualismu, har vit fóru frá einum felags hugsunarhátti til ein meira individuellan og harvið gjørdist samfelagið meira fjølbroytt, men nú fer tað eitt fet víðari. Singularisman fokuserar ikki bara upp á rættin at verða, sum eg eri, men um at verða tann einasta av mínum slag. Vit stremba eftir at stinga burtur úr fjøldini. Tað nýtist ikki at verða perfekt, men tað skal verða unikt. Vit designa alt í okkara lívi, frá mati, arbeiði og frítíð, bæði tí vit hava møguleikan, og tí tað er blivið eitt ideal í sjálvum sær at stinga burtur úr skaranum. Tað, sum er serligt, hevur virði. Tað síggja vit eisini í heimspolitikki: Fólk velja tey, sum stinga burturúr, eru karismatisk og ganga egnar leiðir heldur enn tey, sum javnt og samt arbeiða í tráð við avtalaðu flokslinjuna. Fyri 40 árum síðani var reiðiligheit fortreyt fyri at stilla upp til forsetavalið í USA, og tað var óhugsandi, at ein kandidatur til ein álitispost ikki hevði trúvirði. Í dag tykist undirhaldsvirði at verða ein fortreyt fyri at sleppa framat.
Tað er, sum at væntanin um at skilja seg burturúr kemur bæði innan og uttanífrá, og vit leggja slettis ikki til merkis, at tað er blivið so. Sum tit hoyra, eri eg ikki glað um, at tað er komið hartil, men Andreas Reckwitz, sosiologur, er í besta granskarastíli hvørki fyri ella ímóti singularismuni. Hann sigur bara frá, hvussu struktururin í samfelagnum er broyttur. Tó sigur hann, at tendensurin hevur borið við sær, at modernaða menniskjað kemur at uppliva at miseydnast, tí tað ber ikki til at verða unik og einastandandi í heilum. Natúrligi konsekvensurin í samfelagnum er, at fólk reagera við angist, sorg og vreiði.
Eg leggi afturat: Sosialt óbehag, einsemi og skúlaaftran, sum er ein vaksandi trupulleiki eisini í Føroyum. Tað seinmodernaða menniskja - vit - eru í eini krepputíð, tí vit hava mist álitið á, at tað gongur rætta vegin.
Fyri meg at síggja, er ein felags líðingarsøga í 2026, at fólk eru blivin meira mótfallin. Vit laða múrar rundanum okkum í stremban eftir at røkka einum ideali, ið dregur okkum burtur úr felagsskapinum.
Avbjóðingin er, at vit síggja ikki longur so stórt virði í at gera nakað fyri ein felagsskap uttan at fáa nakað afturfyri, sjálvt um vit í veruleikanum fáa nógv meira afturfyri, enn hvat vit geva. Vit fáa vinarbond, sálarligan tryggleika, enntá lukku. Gransking vísur, at tað er okkara relatiónir, sum gera okkum lukkulig. Individualisman gevur møguleika vit kunna at verða tann, man er - í friði. Tað er tó ikki tað at skara burturúr, sum fær okkum at trívast, men at sleppa at gloyma okkum sjálvi eina løtu í felagsskapinum.
Vit kunnu taka orðið og taka ábyrgd fyri felagsskapinum. Ikki bara handan leiktjøldini, men eisini har, sum avgerðir verða tiknar.
Kvinnur hava tað gott í Føroyum samanborið við onnur lond, og tó eru vit ikki komin á mál. Tí eitt er, hvat kvinnur faktuelt hava møguleika at gera, nakað annað er, hvussu sosialir strukturar og okkara sjálvsfatanir stýra, hvat vit velja at gera her í lívinum. Tí er refleksión um kyn og felagsskap alneyðug hjá okkum øllum. Eitt kyn er eitt av mongum eyðkennum við menniskjuni, men eigur ongantíð at verða eitt virði í sjálvum sær ella ein markørur, sum skapar ójavnvág og laðar múrar upp okkara millum.
Kjak, felagsskapur og eitt gott lógarverk eru alneyðugar fyritreytir fyri, at okkara land støðugt verður eitt betri og meira rættvíst stað at liva hjá kvinnum og monnum.
Góðan kvinnustríðsdag – og takk fyri!